Innanlands

Kaj Leo klárar seg næstan líka væl sum løgmaður

Teir báðir, løgmaður og heilsumálaráðharrin fáa bestu skoðsmál í veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti

Løgmaður og Kaj Leo Holm Johannesen klára seg líka væl, sambært veljarakanning (Mynd: Sverri Egholm)

Løgmaður og Kaj Leo Holm Johannesen klára seg líka væl, sambært veljarakanning (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-05 18:17 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Eitt sindur í mótstríð til sjálva veljarakanningina, sum vísir, at Sambandsflokkurin missir atkvøður fyri tíðina, so er tað teir báðir undanfarni og núverandi formaður floksins, sum klára seg best, tá veljararnir verða spurdir um at geva landsstýrisfólkunum umdømi.

Les eisini: (Blaðið Vikuskifti) Veljararnir streyma frá Sambandsflokkinum

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður við heilsumálum, eru teir limirnir í landsstýrinum, sum klára seg nógv best sambært veljarunum.

Tað vísir kanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti í vikuni. "Hvussu heldur tú landsstýrisfólkini hava staðið seg síðani løgtingsvalið?", ljóðaði spurningurin.

Løgmaður fær besta ummælið, 3,3 sum er væl yvir miðal, og tað er tað sama sum seinast vit spurdu henda spurningin í november 2020.

Men Kaj Leo hevur er við at taka seg inn á løgmann í somáta. Nú fær Kaj Leo Holm Jonannessen miðalkarakterin 3,2 og liggur sostatt beint eftir løgmann í umdømi.

Øll greinin og øll veljarakanningin sæst í Blaðnum Vikuskifti ókeypis her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder