Føroyar eiga alment at bjóða seg fram sum politiskan meklara fyri at fáa ein enda á krígnum í Ukraina, sum í komandi viku fer inn í sín 12. mánað.
Tað heldur fyrrverandi løgmaðurin og núverandi tinglimurin fyri Sambandsflokkin, Kaj Leo Holm Johannesen.
Tann einasta loysnin er diplomati, skrivar hann í dagføring á Facebook, og leggur hann í viðmerking undir dagføringini afturat, at vit kunnu nógv meira, enn vit halda, og hava vit í Føroyum søguliga havt góð viðurskifti við bæði eystur og vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald