Uttanlands

Kabul: Amerikanska sendistovan álopin á ársdegnum fyri 9/11

Ein rakett brast nærindis amerikonsku sendistovuni í afghanska høvuðsstaðnum. Eingin fólkaskaði var tó, men ógreitt er, hvør stendur aftanfyri.

Mynd: AP

Mynd: AP

2019-09-11 10:58 Author image
Alda Nielsdóttir

Stutt eftir midnátt lokala tíð, brast ein rakett nærindis amerikonsku sendistovuni í afghanska høvuðsstaðnum Kabul.

Hetta hendir á ársdegnum fyri atksóknina á fleiri mál í USA, m.a. World Trade Center í New York, har túsundatals fólk lótu lív. Tað hendi nevniliga 11. september 2001, fyri akkurát 18 árum síðani.

Embætisfólk boða tó frá, sambært Politiken, at eingin fólkaskaði var, og ein Nato-eind, sum varð stødd nærindis sendistovuna, váttar, at tað bert var ein múrur kring sendistovuna, sum fekk skaða.

Enn eru ongar fráboðanir um, hvør stendur aftanfyri álopið.

Hetta er fyrsta álopið í Kabul, síðan amerikanski forsetin, Donald Trump, um vikuskiftið avlýsti ein toppfund við samráðingarfólk úr Taliban-rørsluni.

Seinastu árini hava samráðingar verið millum USA og Taliban, og hevur amerikanski sendimaðurin í Afghanistan, Zalmay Khalilzad, sagt, at hann hevði vónir um, at til bar at fáa eina friðaravtalu í lag, áðrenn ársskiftið.

Amerikanskir hermenn hava verið í Afghanistan síðan innrásina í 2001, har Taliban-stýrið varð koyrt frá.

Tað var Taliban, sum í fleiri ár hýsti Osama bin Laden, ið var leiðari í al-Qaeda, sum stóð aftanfyri átsóknini 11. september 2001, sum í dagligari talu verður umrødd sum 9/11.

placeholder
placeholder