Klokkan 14 verður stóra Handverkaramessan sett í Hoyvík við hølini hjá Bygma Balslev.
Messan er tann sjenda í røðini av sínum slagi, og er hon vorðin eitt fast og væl vitjað tiltak í føroysku byggivinnuni. Sum vanligt, verða stór tjøld sett upp norðanfyri bygningarnar í Hoyvík.
Har verða ein rúgva av veitarum innan byggivinnuna, og FM1 verður eisini á staðnum.
Sí eisini: 46 veitarar á handverkaramessu fríggjadagin
Vit senda frá klokkan 14 til klokkan 16 við nógvum ymiskum samrøðum og innsløgum.
Lurta her ella á vanligu frekvensunum
Eftir tíðindini klokkan 17 verður sent niðan aftur til messuna, har Trygvi Absalonsen reikar fyri dagsins Fótbóltsskýlið.
Gestir vera Sjúrður Olsen og Sólbjørn Thomsen, ið báðir starvast hjá Bygma Balsev.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald