2026-05-21 12:44
Landsstýrismaðurin við mentamálum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Anniku Katrin Joensen í fyribilsstarv sum skúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu frá 15. mai 2026 at rokna.
Annika er 47 ára gomul og býr í Saltangará. Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 2003 veit miðilin eyp.fo at siga.
Annika hevur drúgvar undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum, eisini á serøkinum.
Hon hevur viðkomandi royndir við at fyrisita og leiða sum varaskúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald