Mentan

Kabbalah og jødisk mystisisma í Filmsfelagnum

Talan er um fyrsta film hjá dansk-íslendska filmsleikstjóranum Gabriel Bier Gislason

2022-09-08 11:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

”Natten har øjne” er nýggj donsk horror romansa millum tvær ungar kvinnur, Maja, ið fyrr var kend sjónleikarastjørna, og jødisku Leah, sum er akademikari í London.

Nýggja sambandið, sum í Danmark hevur tikið seg upp millum elskandi kvinnurnar, verður órógvað av duldum kreftum og løgnum hendingum. Kann tað hugsast at vera jødiskur gandur, sum Chana, mamma Leah, er farin at lesa yvir tær báðar, nú tær eru fluttar inn hjá henni í ortodoksa jødiska býlinginum Stamford Hill?

Sofie Gråbøl er Chana, sum ikki er fegin um sambandið millum tær báðar.

Undir heitinum ”Attachment” varð filmurin frumsýndur á filmstevnuni hjá Robert de Niro, TriBeca, í ár. 

Hetta er fyrsti filmur hjá Gabriel Bier Gislason, sum er sonur Susanne Bier og Tómas Gíslasson. Úr egnum uppvøkstri hevur hann sett sær fyri, at lýsa jødiska mystisismu og okkultar sagnir. Gabriel er føddur í 1989 og útbúgvin leikstjóri og handritahøvundur í New York.

Filmsfelagið sýnir “Natten har øjne” verður í Havnar Bio mikudagin 14. september.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder