Innanlands

Jólamánaðurin kanska ikki so kaldur sum vit halda

Flest okkara fylla 26. september, vísa tøl hjá Hagstovuni. Níggju mánaðir aftaná annað jólakvøld

(Mynd: Pexels.com)

(Mynd: Pexels.com)

2022-09-18 21:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hagstovan vísir javnan á nógvu hagtølini tey liggja inni við. Um vikuskiftið vísa tey á føðingardagar og mánaðirnir har flest okkara fylla.

Og í harðari kapping við julimánað, eru flest okkara fødd í september. Dagurin sum flest fólk eru fødd, er 26. september - júst níggju mánaðir aftaná annað jólakvøld.

- Jólamánaðurin og vetrarmánaðirnir eru kanska ikki so kaldir, sum vit halda, siga tey á Hagstovuni.

Á heimasíðuni hjá Hagstovuni ber til dømis til at síggja hvussu nógv eru fødd sama dag sum tú. Vitja hagstova.fo her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder