placeholder
Innanlands

John Fogerty kemur til Fyn í summar

Er á plakatini hjá Heartland festivalinum 2022

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-11-25 11:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru óivað nógvir føroyingar, sum hava sum ynski at uppliva amerikanska John Fogerty á palli.

Í summar verður eitt gott høvi, tá amerikanski sangarin, oddamaðurin í orkestrinum Creedence Clearwater Revival og maðurin aftan fyri ógloymandi sangir sum “Bad Moon Rising”, “Have you ever seen the Rain?”, “Lodi” og “Long as I can see the Light” vitjar Heartland festivalin á Fjóni.

Festivalurin, sum verður í døgunum 2. til 4. juni í økinum kring Egeskov slott, hevur í dag kunngjørt 11 nýggj nøvn, sum vera við í summar. Og teirra millum er víðagitni og í Føroyum so væl dámdi John Fogerty.

Millum onnur kend nøvn, sum spæla á Heartland festivalinum í summar eru Lindsey Buckingham, Greta Van Fleet og Pet Shop Boys. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder