Innanlands

Jóhan Blábjørg nýtt skrivstovufólk hjá Sjóvar kommunu

Sjóvar kommuna er í stórum vøkstri og tí er neyðugt at styrkja kommunalu umsitingina

2023-01-02 14:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sjóvar kommuna hevur sett 44 ára gamla Jóhan Blábjørg, búsitandi á Strondum og ættaður úr Fuglafirði, sum nýtt skrivstovufólk hjá kommununi.

Jóhan hevur arbeitt seinastu 7 árini á skrivstovu hjá Føroya Keypssamtøku, harav 3 ár sum skrivstovuleiðari.

Sjóvar kommuna er í stórum vøkstri og tí er neyðugt at styrkja kommunalu umsitingina. Jóhan verður partur av dagliga umsitingarliga virkseminum hjá kommununi.

Jóhan byrjar í starvinum í dag 2. januar 2023.

Sjóvar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder