Mentan

Jógvan Asbjørn Skaale í Gallarí Havnará

Jógvan Asbjørn Skaale andaðist í august 2020, men eftir hann liggur nógv list, ið nú verður víst fram í Gallarí Havnará frá 18. januar

2022-01-13 19:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Onnur framsýningin í nýggja Gallarí Havnará letur upp týsdagin 18. januar, við málningum eftir Jógvan Asbjørn Skaale, sála.

Jógvan Asbjørn Skaale gjørdist veruliga eitt kent andlit fyri flestar føroyingar, tá hann í 80ununum í Sjónvarpsfelagnum og síðan sum stjóri í Sjónvarpi Føroya, kom út í allar stovur í Føroyum.

Men eftir, at hann gavst sum stjóri í Sjónvarpinum í 1993, var tað fyrst og fremst sum listamaður, at Jógvan Asbjørn Skaale var virkin.

Hann málaði alt lívið, tað tók veruliga dik á seg, tá hann 14 ára gamal slapp á málaraskeið í realskúlanum og mamman gav honum 100 kr. at keypa oljumáling og lørift fyri.

Hann arbeiddi við síni list meira og minnið alt lívið. Men eftir, at hann gavst sum sjónvarpsstjóri, vóru framsýningarnar fleiri og málningarnir nógv fleiri.

Myndamotivini vóru nógv og ymisk, men seinnu árini vóru tað kvinnumyndirnar, ið gjørdust hansara eyðkenni.

Í samrøðu við Suna Merkisstein í 2014 segði Jógvan Asbjørn, at hann tá var farin at bert mála kvinnumyndir. Tí hóast hann hevði arbeitt nógv við landsløgum og øðrum, so kendi hann ikki, at hann kláraði tað betri enn teir gomlu stóru málararnir gjørdu. Teir høvdu longu málað føroyska landslagið so ofta, at tað nýttist hann ikki. Tí hevði hann valt at gera kvinnuna til sítt landslag.

Jógvan Asbjørn Skaale andaðist í august 2020, men eftir hann liggur nógv list, ið nú verður víst fram í Gallarí Havnará.

Ferinisering verður týsdagin 18 . januar kl 16.00, øll eru vælkomin. Framsýningin er opin hvønn dag frá kl 15.00 til 18.00 til 23. januar.

Orsaka av koronastøðuni verður tað eisini møguligt at síggja framsýningina á gallarihavnara.fo, møguleiki verður eisini at ringja og keypa verkini á tlf. 278040.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder