Uttanlands

Joe Biden: Avgerðin var hin rætta

Ynskir ikki at amerikansk herfólk halda framhaldandi eru við í borgarakrígnum hjá einum øðrum landi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-08-17 07:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Eg standi fult og heilt við avgerð mína. Eftir 20 ár havi eg lært upp á tann harða mátan, at tað aldri er tann rætta løtan at taka herfólk aftur.

Tað segði amerikanski forsetin, Joe Biden, í fyrstu røðu síni til tjóðina síðan støðan í Afghanistan gjørdist heilt ruðulleikakend eftir at amerikanski herurin tók seg aftur eftir 20 ár í landinum.

- Tað gekk skjótari, enn vit høvdu roknað við segði forsetin og vísti á hvussu skjótt tað gekk hjá Taliban at taka valdið í landinum.

- Eg fari ikki at biðja okkara herfólk um at berjast í einum endaleysum stríði í borgarakrígnum hjá einum øðrum landi, segði Joe Biden millum annað.

Amerikanski forsetin hevur verið fyri hørðum ábreiðslum fyri mátan, amerikanski herurin er farin úr Afghanistan.

8. juli boðaði Joe Biden frá avgerðini um at taka herin úr Afghanistan. Bert ein góðan mánaða seinni var tað ein veruleiki, at Taliban hevði yvirtikið ræðið í Kabul og at forsetin í landinum, Ashraf Ghani var flýggjaður úr landinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder