Mentan

Jóansøkubál á Leynasandi fríggjakvøldið

Tórbjørn Jacobsen heldur røðu og fleiri tónleikaframførslur verða

2021-06-23 11:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kvívíkar kommuna boðar frá, at jóansøkuaftan verður hildin við stórum báli á Leynasandi í fríggjakvøldið.

Tiltakið byrjar longu klokkan 17 tá uppsettu hitapottarnar verða latnir upp. Frá klokkan 18 verður ymist undirhald fyri børnini eins og matsøla.

Áðrenn jóansøkubálið verður tendrað klokkan 20 verða tvær sangframførslur. Kl. 19.15 syngur Herborg Torkilsdóttir og klokkan 19.49 Durita Terjadóttir Svarthamar.

Klokkan 20.15 heldur Tórbjørn Jacobsen røðu, og eftir tað syngur Magni Christiansen. Kl. 21 verður felagssangur.

Í sambandi við tiltakið verður skipað fyri ókeypis busskoyring millum Válin, Kvívík, Stykkið, Leynar og aftur.

Rætting 12:18: Í fyrstu útgávu av hesari greinini stóð, at bálið skuldi vera í kvøld. Tað var ikki rætt) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder