Hóskvøldið 22. oktober verður aftur fyrilestur á skránni í Kaldbakshøllini. Hesaferð fer Jákup Reinert Hansen, lektari á Fróðskaparsetrinum, at hava fyrilestur um Mikkjal á Ryggi.
Hann fer at greiða frá, hvussu Mikkjal á Ryggi væl upplagdur lýsir tær fýra árstíðirnar her á landi í náttúru, arbeiðslívi og trúarlívi. Trivið verður í nakrar av hansara sangum og sálmum, og áhoyrararnir sleppa eisini sjálvir at taka lut í felagssangi.
Jákup Reinert Hansen hevur viðgjørt Mikkjal á Ryggi bæði í fyrilestrum, greinum og útvarpssendingum. Í 1994 gav hann saman við Heina F. Petersen út "Mikkjalsbók" á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Myndin niðanfyri av Jákupi Reinert Hansen er tikin framman fyri gamla bróstsjúkrahúsið í Hoydølum, har Mikkjal á Ryggi búleikaðist og virkaði tey seinastu 11 árini av lívi sínum.
Fyrilesturin er almennur og ókeypis.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald