Amerikanski forsetin, Donald Trump stuðlar ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu undan tjóðartingsvalinum í Ísrael 27. oktober, har 120 limir skulu veljas tí ísraelska tingið, Knesset.
Tað skrivar hann á Truth Social.
– Bibi Netanyahu hevur verið sterkur, djarvur og framúrskarandi yvirfyri harðligari mótstøðu - harundir mótstøðu, sum enntá er komin úr sjálvum Ísrael, skrivar hann sambært Ritzau.
Amerikanski forsetin nevnir eisini álopið hjá USA og Ísrael á Iran 28. februar og sigur, at Netnayahu hevur verið ein frálíkur stríðsmaður og forsætisráðharri og ein stórur samstarvsfelagi fyri friði í stríðnum móti Iran.
– Uttan so at tey (Iran) skjótt broyta atburð, fara vit skjótt at gera arbeiðið liðugt, skrivar Trump og leggur afturat, at fær Ísrael ein skeivan leiðara - sum er einhvør annar enn Netanyahu - noyðast amerikanarar sjálvir at gera arbeiðið liðugt.
Netanyahu takkar á X Trump fyri stuðulin.
– Takk fyri tín stuðul, Trump forseti, og fyri samstarvið. Saman fáa vit uppgávuna gjøgnumførda, skrivar hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald