Undirtøkan fyri Donald Trump, forseta í USA, hevur ongantíð verið lægri enn hon er í løtuni.
Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Ipsos kanningarstovan hevur gjørt fyri Reuters tíðindastovuna.
Nýggjasta kanningin, sum var kunngjørd í gjár sigur, at 31 prosent av amerikansku veljarunum, nú taka undir við Trump. Tað er eitt prosentstig færri enn í eini kanning fyri tveimum vikum síðani.
Tá fólk verða spurd um hvønn flokk tey høvdu valt, um val var til kongressina í dag, svara 47 prosent av teimum skrásettu veljarunum, at tey fara at velja demokratarnar, meðan 35 prosent siga seg velja republikanararnar.
Munurin á 12 prosentstig er tað størsta higartil í hesum valskeiðinum, skrivar Reuters.
Hetta gevur demokratunum vónir um at kunna vinna valdið í umboðsfólkatinginum og senatinum, tá miðskeiðisval verður í USA um júst tvær vikur, 3. november.
Her skulu allir limirnir í umboðsfólkatinginum og ein triðingur av senatorunum veljast av nýggjum.
Um republikanararnir missa meirilutan í øðrum av kømurunum, gerst tað munandi truplari hjá Trump at fáa politikk sín ígjøgnum tey seinnu tvey árini av núverandi forsetaskeiði hansara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald