Innanlands

Jóan Pauli Dahl Jakobsen á javnaðarlistan

Onnur røddin í vælumtókta poddinum, Amatøroyar, fer nú aktivt upp í politikk

Jóan Pauli Dahl Jakobsen er onnur av røddunum í poddinum, Amatøroyar. Hin røddin, Bjarni Arge, arbeiðir eisini fyri Javnaðarflokkin, men tað er á løgtingi

Jóan Pauli Dahl Jakobsen er onnur av røddunum í poddinum, Amatøroyar. Hin røddin, Bjarni Arge, arbeiðir eisini fyri Javnaðarflokkin, men tað er á løgtingi

2022-10-03 17:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hann er mest kendur sum annar helmingurin av Amatøroyar, og fyri einaferð at vera ein sera gávuríkur málverji hjá B36 og á U21-landsliðnum.

Eftir útbúgving sum stjórnmálafrøðingur hevur 33 ára gamli Jóan Pauli Dahl Jakobsen arbeitt eitt nú sum politiskur ráðgevi fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingi. Nú hevur hann tikið avgerð um at fara aktivt upp í politikk, og stillar upp til komandi fólkatingsval.

Tað boðar Javnaðarflokkurin frá í tíðindaskrivi. Flokkurin hevur fyrr boðað frá, at sitandi umboð hjá flokkinum, Sjúrður Skaale stillar uppaftur, og 27 ára gamla Barbara Gaardlykke Apol, sum tvær ferðir hevur sitið sum eykafólk fyri Sjúrð Skaale á fólkatingi.

- Eg haldi, at flokkarnir hava lyndi til at lova alt møguligt til fólkatingsvalið, sum einki hevur við fólkatingsarbeiðið at gera. Fólkatingssessurin snýr seg ikki um avgerðir, sum skulu takast í Føroyum. Tað snýr seg bæði um smá mál, har vanligir borgarar detta niður ímillum danskar og føroyskar stólar. Og so snýr tað seg um at skapa forstáilsi í donsku skipanini fyri føroyskum sjónarmiðum og áhugamálum. At tryggja, at avgerðir ikki verða tiknar uttan um okkum.

Politikkur hevur fylt nógv heima hjá Jóan Paula, og mamma hansara, Katrin Dahl Jakobsen, var í 10 ár løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. Politiskar meiningar hava tí ikki verið fremmandar, og øll ungdómsárini var ein afturvendandi spurningur: Nær stillar tú upp?

Jóan Pauli sigur, at so leingi sum ríkisfelagsskapurin er partur av kørmunum kring okkara land, so hevur fólkatingssessurin týdning.

- Uppgávan er at umboða føroysk áhugamál, men eisini at duga at greiða frá teimum. Tí í Javnaðarflokkinum hava vit ofta sæð, at vit fáa góð úrslit, tá vit megna at fáa danir at skilja okkara útgangsstøði. Politikkur snýr seg um hetta. At loysa fastlæstar støður. At fáa onnur at lurta. Og soleiðis at skapa úrslit. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder