placeholder
Innanlands

Jenis og Henrik eru formenninir í Útnorðurráðsnevndini

Avtala er gjørd millum samgongu og andstøðu, at Jenis av Rana er formaður í nevndini fyrstu tvey árini av valskeiðinum og Henrik Old seinnu tvey árini.

Formaður Miðfloksins var landstýrismaður í uttanríkismálum seinasta valskeið. Temaráðstevna Útnorðurráðsins verður í Føroyum í døgunum 6.- 10. februar (Mynd: EPA)

Formaður Miðfloksins var landstýrismaður í uttanríkismálum seinasta valskeið. Temaráðstevna Útnorðurráðsins verður í Føroyum í døgunum 6.- 10. februar (Mynd: EPA)

2023-01-25 12:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin 19. januar var fyrsti fundur hildin í nýggju føroysku Útnorðurráðsnevndini, og har skipaði tað seg við tveimum formonnum yvir skeiðið. Hesum boðar ráðið frá í tíðindaskrivi í dag.

- Á fundinum skipaði ráðið seg við Jenis av Rana úr Miðflokkinum sum formanni og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum sum næstformanni. Avtala er gjørd millum samgongu og andstøðu, at Jenis av Rana er formaður fyrstu tvey árini av valskeiðinum og Henrik Old seinnu tvey árini.

Sama dag var fundur í formansskapi Útnorðurráðsins. Talan var um netfund, og luttóku teir tríggir formenninir fyri íslendsku, grønlendsku og føroysku sendinevndina saman við aðalskrivaranum og teimum trimum landsnevndarskrivarunum.

Høvuðsevnið á hesum fundinum var Temaráðstevna Útnorðurráðsins, sum verður í Føroyum í døgunum 6.- 10. februar. Ráðstevnan verður á Hotel Hafnia og høvuðsevnið er matvøruveitingartrygd og sjálvbjargni í Útnorði, skrivar Útnorðurráðsnevndin.

Talan er um eitt ráð, har limir úr øllum flokkum á Løgtingi eru í. Tey, ið manna føroyska ráðið, eru:

Bárður á Lakjuni, umboð Fólkafloksins

Eyðdis Hartmann Niclasen, umboð Sambandsfloksins

Henrik Old, umboð Javnaðarfloksins

Erling Eidesgaard, umboð Tjóðveldis

Karlot Hergeirsson, umboð Framsóknar

Jenis av Rana, umboð Miðfloksins

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder