Við spildurnýggjari litríkari og spennandi bók um mineral og grótsløg í Føroyum hevur Jarðfeingi tikið eitt týðandi stig til at víðka sjónarringin hjá føroyingum til okkara felags upphav og hevur harvið lagað enn ein varða til okkara felags samleika. Nú fer bók um føroyskt grót og undirgrund at teljast millum aðrar samleikaberandi bøkur so sum um fuglar og fiskar og plantur sum partur av okkara náttúru og umhvørvi, fyri bert at nevna nakrar, sum í dag standa øllum føroyingum nær.
![]()
Henda snotuliga og jarðbundna bókin varð løgd fram í Gamla Bókhandli í Havn mikukvøldið fyri fullum húsum. Tað er Jarðfeingi, sum stendur fyri útgávuni, ið trý av starvsfólkunum, Uni Árting, Barbara Biskopstø Thorsteinsson og Lis Mortensen hava skrivað.
Hevði faðirin at føroyskari jarðfrøði, Jóannes Rasmussen verið á lívi, hevði hann sanniliga verið errin av hesi nýggjastu bókaútgávuni um Føroya jarðfrøði og sum nú kann gerast ogn hjá hvørjum mansbarni í Føroyum og harvið liva upp til setningin: "Kenn títt land og upphav”.
Nýggja bókin, sum ikki er stór í vavi men sera umfatandi í innihaldi, tí hon røkkur milliónir av árum aftur í tíðina, tá Føroyar vórðu til, er ikki bert ein vanlig útgáva, men einki minni enn ein gáva til Føroya fólk.
![]()
![]()
![]()
Fyrrverandi og komandi mentamálaráðharrin Sirið Stenberg er fegin um nýggju bókina. Mynd Jan Müller
Stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe hevur alla orsøk til at vera errin av sínum starvsfólkum, sum hava megnað enn eina stóra og týðandi uppgávu. Mynd Jan Müller
Rithøvundarnir siga, at bókin er ein handbók, sum hóskar væl at taka við út í náttúruna. Føroyska jarðfrøðissøgan goymir nógv forvitnisligt, sum flest okkara ikki geva okkum far um í tí dagliga. Tað er eitt stórt margfeld av mineralum og ein rúgva av ymiskum grótsløgum at finna í náttúruni, og nú hava vit bókina til at eyðmerkja tað, vit síggja. Bókin er prýdd við myndum, myndalýsingum og stuttum tekstbrotum, ið greiða frá ymiskum jarðfrøðiligum fyribrygdum. Hon er 254 síður og verður løgd alment fram á bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum.
Til móttøkuna í Gamla Bókhandli greiddu teir tríggir rithøvundarnir frá arbeiðinum við bókini.
Tað var Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi, sum beyð vælkomin. Ein av rithøvundunum, Lis Mortensen, greiddi síðani mongu forvitnu vitjandi frá bókini "Føroysk mineral og grótsløg”.
Hon helt tað vera serliga stuttligt at leggja bókina fram júst í Café Paname og Gamla Bókhandli, nú hetta er eitt stað, ið hevur eina ríka søgu sum gamal fólkaskúli og sum gamal bókhandil, og har vit kenna á okkum hendan arvin, tá vit koma inn segði Lis og helt fram:
”Á sama hátt er hendan nýggja bókin um føroysk mineral og grótsløg við til at lyfta ein arv, sum røkkur djúpt og víða. Ein arvur, ið fevnir um rannsóknir í Føroyum í fleiri hundrað ár, sum skapaðu vitan um okkara gongustjørnu og um føroysku jarðfrøðina, sum røkkur milliónir av árum aftur í tíð. Ein tílík bók hevur verið ein saknur í nógv ár.
Hetta hevur verið eitt stórt og drúgt arbeiði, serliga hjá Una Árting og Barbaru Biskopstø Thorsteinsson.
Vitan okkara um jarðfrøðina í Føroyum stendur á herðunum á nógvum fólkum í langa tíð.
Kol og jarn í 1600-talinum. Tann elsta keldan, sum vit hava liggjandi, ið beinleiðis nevnir jarðfrøðilig viðurskifti í Føroyum er frá 1624. Tað hoyrdi hesi tíðini til at leita eftir nýggjum vinnu-møguleikum, og í brævi heitti danskur myndugleiki á fólk, sum ivaleyst við tíðini gjørdust serfrøðingar, at fara til Føroya og leita, og síðan boða frá, um tey funnu gott kol, jarn og onnur virðismikil evni.
Stanley expeditiónin. Í 1700 talinum eru fleiri ferðaløg, sum koma kanningarferð til Føroyar. Eitt av hesum ferðaløgum verður nevnt Stanley expeditiónin, har fýra kanningarfólk komu við skipi og vitjaðu í 2 vikur í juni í 1789 á veg til Íslands. Stanley og fólk hansara vitjaðu nógva staðni, m.a. í Zeolittholuni í Nólsoy og á Eiði. Tríggjar dagbøkur frá ferðini blivu útgivnar í 1970 við nógvum søgum frá ferðini. Teir greiða frá vitjanini í Zeolittholuni á vestursíðuni av Nólsoy sunnanfyri Tjørnunes, har teir gingu inn í eina holu so djúpa og myrka, at neyðugt var at hava lyktir við.
Teir taka alskyns vøkur mineral við sær umborð á skipið. Vit síggja fyri okkum, hvussu nógvar av hesum vøkru tinnum við tíðini funnu veg inn í samlingar hjá kongi í Keypmannahavn og til nýggj jarðfrøðisøvn, sum vóru í ferð við at síggja dagsins ljós í stórbýum kring alt Evropa og nýggja Amerika.
Allan og MacKenzie. Í 1812 komu tveir jarðfrøðingar úr Edinburg, Sir George Stuart MacKenzie og ungi Thomas Allan. Júst her í Edinburg var blómandi vísindaligt umhvørvi rundan um spildurnýggja og vaksandi jarðfrøðiliga fakið. MacKenzie og Allan vitja í zeolittholuni í Nólsoy við nólsoyinginum Hans, sum eisini hevði verið ferðaleiðari hjá Stanley 23 ár frammanundan. Men nú var eingin hola. Hvussu hvarv hon? Allan undraðist, og tað gera vit eisini.
Allan og MacKenzie finna alskyns vakrastu mineralir í Føroyum og undrast á, at føroyingar vísa hesum so lítlan ans. Serliga presturin í Kvívík, Niels Lassen Holm, var óførur at føra teir til góð støð, helli og holur, sum teir sigldu inn í. Men sjálvur hevði hann tó ongar vakrar steinar liggjandi.
Soðsteinar. Føroyar eru serliga kendar fyri soðsteinar, zeolittar. Og vit síggja, hvussu innsavnaðu mineralini í Føroyum eru komin víða um í heiminum, t.d. í New York, Madrid, Rom, Berlin og onnur støð. Um tú vitjar framsýningar, so sært tú ofta ymiskar soðsteinar sum eru savnaðir í Nólsoy ella aðrastaðni í Føroyum. Og so kunnu vit ímynda okkum, at øll hesi søvn hava enn fleiri føroysk mineral í goymslunum.
Føroyska jarðfrøði-málið er eitt kapittul fyri seg. Jóannes Rasmussen, jarðfrøðingur, sum kom til Føroya stutt aftaná kríggið, var við til at stovna Náttúrugripasavnið við trimum pørtum: Jarðfrøðisavn, Plantusavn og Djórasavn. Ættarliðið av ungum fólkum frá hesi tíðini aftaná kríggið og við nýggja heimastýrinum, gingu høgt uppí at byggja land, - eitt føroyskt land. Tey gjørdu nógv fyri at menna tað føroyska málið, og longu í hesum árunum stovna tey Fróðskaparfelag Føroya, sum gjørdist týdningarmikið amboð og felagsskapur.
Vit hava nógv at vera teimum takksom fyri. Samstundis heldur arbeiðið fram við at menna tað føroyska vísindamálið - eisini innan jarðfrøði. Hendan menning er eisini barn av okkara tíð. Vit byggja á arvin frá Jóannes Rasmussen, men viðhvørt mugu vit bakka. Aftaná drúgvar royndir at miðla ta føroysku jarðfrøðina viðurkenna vit, at evnið kann hava eina høga gátt fyri mong. Vit leita dagliga eftir javnvágini at hava gott mál og ikki eitt stirvið beton-føroyskt, sum er fremmant og ringt at skilja. Málið má ikki vera tað, sum spennir bein fyri, at børn og ung kunnu lesa um føroysku jarðfrøðina.
Vit noyðast tí at ganga høgt uppí at mýkja føroyska málið, og finna orð fyri donsk og ensk hugtøk og royna okkum fram. Og bakka, tá tað kenst rætt.
Heitið á hesi bókini er eitt gott dømi: Føroysk mineral og grótsløg. Fyri nøkrum árum síðan vildi tað verið Føroysk steinsløg og grótsløg, tí soleiðis hava vit sagt í mong áratíggir. Og vit stríddust við, at eingin skilti, at tá vit tosa jarðfrøði, so er steinslag føroyska orðið fyri hugtakið mineral. Hetta var ein stórur trupulleiki, tí mineral er eitt tað mest avgerandi hugtakið í jarðfrøðini, sjálvur høvuðseindin í grótsløgum á jørðini, lego-brikkurin – sum myndar øll grótsløg á jørðini. Endin bleiv, at vit bakkaðu og eru farin aftur til at brúka orðið mineral.
So í kvøld leggja vit fram bókina Føroysk mineral og grótsløg. Gerið so væl", segði Lis Mortensen.
![]()
Børnini og føroyskt grót
Hóast bókin er til vaksin, so er eingin ivi um, at hon eisini er kærkomin hjá børnum og ungum, sum vit vita av royndum, hava serstakan alsk til nettupp steinar/mineral og ymisk grótsløg, sum tey finna úti í náttúruni. Hvør man ikki kenna aftur hetta, tá børn ella abbabørn koma til hús fullfermd við alskyns steinum tey hava funnið antin í fjøruni, í fjøllunum ella bara uttanfyri.
Myndirnar niðanfyri eru eitt gott dømi um tað sama. Tóki og Bartal eru komnir á vitjan hjá ommu og abba á Norðasta Horni við fittari gávu.
![]()
![]()
Helst finna vit eina frágreiðing í bókini "Føroysk Mineral&Grótsløg" til, hví hesin steinurin brádliga fór í tvey og annars, hvat hann er gjørdur av. Myndir Jan Müller
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald