Innanlands

Jan Rasmussen nýggjur hjartalækni á Landssjúkrahúsinum

Nú eru fýra kardiologar í føstum starvi á medisinska deplinum. Fyri fáum árum síðani var eingin

2019-11-08 21:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jan Rasmussen varð settur í fast starv sum hjartalækni á Landssjúkrahúsinum í oktober, sum merkir, tað nú eru fýra kardiologar í føstum starvi á medisinska deplinum. Fyri fáum árum síðani var eingin.

Tað lá annars ikki í kortunum, at Jan skuldi gerast hjartalækni, tí tá hann fór undir medisinlesturin, droymdi hann um at gerast ortopediskur skurðlækni. Tað broyttist tó, tá ið hann var í turnus á Landssjúkrahúsinum.

- Vit vóru nokkso illa mannað við serlæknum akkurát tá, og eg slapp at royna meg. Yvirhøvur er Landssjúkrahúsið eitt gott útbúgvingarstað, tí tú hittir nógvar ymiskar sjúklingar og fært stóra ábyrgd. Tað gevur tær ein førning, ið tú ikki kanst lesa teg til, sigur Jan Rasmussen.

Talan var um at bróta upp úr nýggjum, tá ið Jan sum fyrsti serlækni tók fyrsta árið av serlæknaútbúgvingini til kardiolog her heima í tøttum samstarvi við Regin Hovedstaden. Jan tók restina av útbúgvingini til serlækna á Bispebjerg Hospital og á Ríkissjúkrahúsinum.

Granskingin eitt hjartamál
Jan Rasmussen hevur fingist nógv við gransking seinnu árini og hevur vitanin, sum er fingin til vega í sambandi við granskingina um CTD, fingið stóran týdning fyri, hvussu vit viðgera sjúkuna í dag.

- Tá sjúkan av álvara tók seg upp fyri 10 árum síðani, leitaðu vit viðhvørt í blindum, tí CTD var eitt spildurnýtt og ókent fyribrigdi – eisini í heimshøpi. Í dag er altjóða áhugi fyri okkara royndum og tí gransking, sum er gjørd í Føroyum um CTD.

Jan fegnast um, at alt fleiri føroysk heilsustarvsfólk fáast við skipaða gransking, og metir hann, at gransking og útbúgving eru natúrligur partur av menningini av føroyska sjúkrahúsverkinum.

Jan tók við starvinum sum hjartalækni á Landssjúkrahúsinum tann 1. oktober 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder