Innanlands

Jan Mølvad Laursen nýggjur deildarleiðari fyri Barna- og ungdómsdeildina

Hann tekur við eftir Beintu Dalbø, sum eftir sjey ár hevur valt at siga deildarleiðarastarvið í Tórshavnar kommunu frá sær

Jóan Petur Hentze, Beinta Dalbø, Jan Mølvad Laursen og Heðin Mortensen (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Jóan Petur Hentze, Beinta Dalbø, Jan Mølvad Laursen og Heðin Mortensen (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-01-18 19:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur sett Jan Mølvad Laursen í starvið sum deildarleiðari fyri Barna- og ungdómsdeildina, sum umsitur alt dagstovnaøkið í kommununi.

Hann tekur við eftir Beintu Dalbø, sum eftir sjey ár hevur valt at siga deildarleiðarastarvið frá sær.

Jan Mølvad Laursen er útbúgvin námsfrøðingur við drúgvum leiðsluroyndum sum stovnsleiðari og eindarleiðari á dagstovnaøkinum í kommununi.

Harumframt hevur hann leiðsluútbúgving.

Dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu hevur umleið 800 starvsfólk og umleið 2.400 børn og ung alt frá vøggustovu og barnagarði til frítíðarskúlar og ungdómsklubbar. Samlaði fíggjarkarmurin er uml. kr. 250 mió.

Jan Mølvad Laursen tekur við starvinum 1. februar 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder