Ísraelski forsetin, Isaac Herzog legði í nátt okkara tíð ein krans á strondini Bondi Beach í avstralska býnum Sydney, har 15 fólk í desember vórðu skotin til deyðis undir einum jødiskum hátíðarhaldi.
Herzog vitjar í Sydney í fýra dagar fyri at vísa samhuga við jødiska samfelagnum í Avstralia.
Tað var 14. desember í fjør, at feðgar byrjaðu at skjóta eftir fólki undir einum jødiskum hanukkah-hátíðarhaldi á Bondi Beach. Pápin varð dripin av løgregluni.
Løgreglan hevur síðani upplýst, at teir fingu íblástur frá Islamiskum Stati.
Eftir álopið hava fólk kravt harðari tiltøk móti antisemitismu og eina herðing av vápnalógini.
![]()
(Mynd: EPA)
Ísraelski forsetin segði m.a., eftir at hava lagt kransin á Bondi Beach, at antisemitisma er ein alheimsneyðstøða.
– Eg bjóði teimum jaligu stigunum, sum avstralska stjórnin hevur tikið fyri at stríðast ímóti antisemitismu síðan álopið á Bondi, vælkomin.
Umleið 3.000 løgreglufólk eru send út at syrgja fyri, at alt gongur friðarliga fyri seg undir vitjanini hjá Herzog. Í dag eru propalestinsk mótmæli í m.a. Sydney, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald