Uttanlands

Ísraelar í øðini inn á stjórnina

Royna at forða fyri, at nýggj lóg verður sett í gildi, sum fer at undirgrava lógarverkið í landinum. 

2023-07-12 08:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Mánadagin atkvøddi ísraelska tingið Knesset fyri at viðgera eina sera umstrídda lógarbroyting. Hetta fekk mótmælisfólk at fara á gøturnar at mótmæla nýggju lógarbroytingini, sum skal taka vald frá dómsvaldinum og flyta tað til politikararnar.

Hetta er eitt mál, sum hevur sett tvíningar í ísraelska fólkið. Víðgongdu høgravendu flokkarnir í Knesset hava sett sum treyt fyri at halda fram í samgongu við størsta stjórnarflokkin, at lógarbroytingin verður framd.

Fyri nøkrum mánaðum síðani vóru stórar mótmælisgongur kring alt Ísrael, tá tað kom fram, at stjórnin ætlaði at skunda lógarbroytingina ígjøgnum. So mikið stór var mótstøðan, at forsætisráðharrin valdi at útseta viðgerðina í Knesset. Men nú er málið so aftur komið fram í ljósið og skal tingið komandi vikurnar taka endaliga avgerð í hesum málinum.

Verður uppskotið samtykt merkir tað, at stjórnin kann steðga lógum í Hægstarætti. Stjórnin fær tá vald til at ganga ímóti lógum, sum Hægstirættur hevur samtykt. Eygleiðarar halda, at verður nýggja lógarbroytingin samtykt í Knesset vil tað vera ein stórur ósigur fyri demokratiið og kann eisini elva til ófrið í Ísrael.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder