Uttanlands

Ísland: Fleiri koronatiltøk aftur sett í verk

Fyri einum mánað síðani vórðu øll tiltøkini annars strikaði, tí ein stórur partur av fólkinum var koppsettur fyri koronu, men orsakað av økta smittutalinum, verða tiltøk aftur sett í verk

Reykjavík (Savnsmynd)

Reykjavík (Savnsmynd)

2021-07-24 15:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri einum mánað síðani boðaðu myndugleikarnir í Íslandi frá, at tey fóru at strika øll koronatiltøkini í landinum. Grundgevingin var, at nærum 90 prosent av íbúgvunum í Íslandi vóru koppsett fyri koronu. Men nú, orsakað av einum øktum smittutali, verða fleiri tiltøk sett í verk aftur.

Sambært Iceland Review verða tiltøkini galdandi frá á midnátt til 13. august.

Av tiltøkunum, sum nú verða sett í verk aftur, eru m.a. avmarkaðar upplatingartíðir fyri skeinkistøð, fólk skulu halda ein metur frástøðu, og eisini er markið fyri, hvussu nógv kunnu savnast ásett til 200 fólk.

Tað verður nú eisini krav at hava munnbind inni, og talið á gestum í svimjihallum og ítróttahallum verður avmarkað til 75 prosent av vanliga kapasitetinum.

Ísland var eitt av teimum fyrstu londunum, sum lat upp fyri koppsettum ferðafólki, og síðan 1. juli eru koppsett ferðafólk sloppin undan at lata seg kanna við markið, men frá í morgun skulu eisini tey, sum eru liðugt koppsett vísa á eina negativa koronakanning, sum ikki er eldri enn 72 tímar, fyri at koma inn í landið.

Sambært Ritzau er 85 prosent av íslendsku borgarunum yvir 16 ár nú liðugt koppsett fyri koronu, men kortini hevur landið seinastu vikurnar upplivað eina stóra øking í smittutalinum. Hetta er fyrst og fremst orsakað av Delta-frábrigdinum.

Í løtuni eru 371 smittutilburðir skrásettir í Íslandi. Fyri átta døgum síðani var talið niðri á 60.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder