Í gjár varð fyrsta felags norðurlendska kanningin, sum ásetur virðið av bruttoinntøkunum frá sølu av rættindum vegna høvundar í 2024 í Danmark, Føroyum, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki, løgd fram.
Sambært úrslitinum eru inntøkurnar av bókaútflutningi úr Føroyum samanlagt 25.100 evrur. Heildarupphæddin á virðinum av norðurlendskum bókaútflutningi er 78 milliónir evrur.
Endamálið við kanningini er at fáa eina heildarmynd av virðinum á norðurlendskum bókmentaútflutningi. Statens Kunstfond (Danmark), FILI – Finnish Literature Exchange, Icelandic Literature Center, NORLA – Norwegian Literature Abroad, Swedish Literature Exchange og FarLit – Literature from the Faroe Islands tóku stig til kanningina.
– Tað er av alstórum týdningi at skilja, hvussu bókmentaútflutningur virkar tvørtur um Norðurlond, og hvussu vit áhaldandi kunnu styrkja og menna okkara útflutningsstrategi við støði í hesum innliti, staðfesta leiðararnir í norðurlendsku bókmentaútflutningsstovnunum.
Í 2024 vóru bruttoinntøkurnar fyri útflutning av føroyskum bókum 25.100 evrur, sum svarar til uml. 190.000 kr. Av hesum vóru 65 % fagrar bókmentir, og 35 % vóru barna- og ungdómsbókmentir. 24 sáttmálar um týðararættindi vegna føroyskar høvundar vóru undirskrivaðir í 2024.
FarLit
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald