Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur haft uppstillingarfund, og bjóðar seg fram við trimum valevnum, tveimum kvinnum og einum harra.
Jóhan Christiansen, sum eitt stutt skifti var landsstýrismaður við fiskivinnumálum í hesum valskeiðinum, bjóðar seg fram til at taka eitt tørn á tingi.
Jóhan hevur verið valevni fyri Tjóðveldið tey trý seinastu valini. Hann fekk 121 atkvøður í 2015, 138 í 2019 og 125 í 2022.
Jóhan Christiansen sat sum borgarstjóri í tá nýstovnaðu Eysturkommunu trý tey fyrstu valskeiðini frá 2008 til 2022 tá hann gavst í kommunalpolitikki.
Kvinnurnar, sum stilla upp eru Sigrid Jensdóttir Dalsgaard og Luna Klein Joensen.
Sigrid er forkvinna í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, er verkfrøðingur, og starvast innan leiðslu av KT og byggiverkætlanum hjá Runavíkar kommunu. Hon stillaði upp fyri fyrstu ferð á seinasta løgtingsvali, og fekk 199 atkvøður sum nummar 11 á tjóðveldislistanum.
Luna Klein Joensen er blaðung og nýggja navnið á listanum. Hon gongur á Miðnámi í Kambsdali, hevur royndir sum umboð fyri sín skúla á ungdómstinginum tvær ferðir, og so gjørdi hon vart við seg, tá hon var við til at vinna føroyameistaraheitið og seinni danmarksmeistaraheitið í íverksetan.
Uppstillingin hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag er ikki endalig. Ein uppstillingarfundur skal verða afturat, og heldur ikki er endalig støða tikin til hvussu verður við uppstilling til fólkatingsvalið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald