Iran fer ikki longur at leypa á grannalond, uttan so at eitt av grannalondunum loypur á Iran, segði iranski forsetin, Masoud Pezeshkian í dag í røðu, sum varð víst í iranskum sjónvarpi.
Forsetin segði, at fyribils leiðsluráðið, sum stýrir landinum í løtuni, hevur samtykt at gevast við álopunum.
– Eg biðji hesi grannalondini, sum eru álopin av Iran, um umbering, segði Pezeshkian.
Um hetta verður galdandi alt fyri eitt er ógreitt, men í morgun er boðað frá spreingingum í fleiri av grannalondunum hjá Iran, skrivar Ritzau.
M.a. er boðað frá álopum á Bahrain, og Katar. Eisini er boðað frá álopum á Dubai í Sameindu Arabisku Emiratunum.
Í røðu sínari undirstrikaði iranski forsetin eisini, at Iran ongantíð fer at geva seg yvir til Ísrael og USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald