Kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney tekur undir við at strika beiggja Cherles kong, Andrew Mountbatten-Windsor úr bretsku arvafylgjuni.
– Eg haldi avgjørt, at gerðir hansara eru harmiligar og hava havt við sær, at hann hevur mist sini kongaligu heiti, sum avgjørt ger, at hann hevur uppiborið - um tað er tað rætta orðið - ger, at tað er neyðugt, at hann verður strikaður úr arvafylgjuni, sigur Carney sambært The Guardian.
Andrew Mountbatten-Windsor, fyrrverandi prinsur, er í løtuni nummar átta í arvafylgjuni til bretsku trónuna.
Í februar varð hann handtikin í einum máli um møguliga embætismisnýtslu, sum er knýtt at sambandi hansara við deyða kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.
Skal Andrew Mountbatten-Windsor strikast úr arvafylgjuni krevst undirtøka frá Commonwealth-londunum, sum Charles kongur eisini er ríkisstjóri hjá. Forsætisráðharrarnir í Avstralia og Nýsælandi hava sagt, at teir taka undir við at strika fyrrverandi prinsin úr arvafylgjuni, um bretska stjórnin tekur avgerð um hetta, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald