Landsbankin: Renturnar, sum bankarnir bjóða kundum sínum, fylgja vanliga rentuni hjá Nationalbankanum, meðan rentan hjá Nationalbankanum fylgir tí hjá Evropeiska miðbankanum.
Innlán, sum ein peningastovnur ikki fær lænt út ella sett í virðisbrøv og líknandi, verða flutt á konto í Nationalbankanum, og í løtuni skulu peningastovnarnir rinda 0,6% fyri tað (foliorentan er -0,6%).
Í løtuni krevja føroysku peningastovnarnir negativa rentu fyri innlán, ið fara upp um eina ávísa upphædd.
Talvan niðanfyri vísir inntøkurnar av negativu rentunum hjá føroysku peningastovnunum í 2020 og 2021.
Í 2021 hava húsarhaldini og vinnan rindað áleið somu upphædd í negativum rentum. Innlánini hjá húsarhaldinum vóru í miðal 11,7 mia. kr. og hjá vinnuni 4,3 mia. kr. í 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald