Innanlands

Innflutt fyri 6,9 milliardir krónur fyrstu sjey mánaðirnar í 2022

Hett var 1,9 milliardir ella 39 prosent meira samanborið við sama tíðarskeið í fjør

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-09-17 14:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 6,9 milliardir krónur, sum eru 1,9 milliardir ella 39 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin tó bert 29 prosent.

Undantikið skip og flogfør, er størsti vøksturin í bólkinum brennievni, har innflutt var fyri 681 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør. Sostatt er innflutningsvirðið av brennievni meira enn tvífaldað, skrivar Hagstovan.

Eisini er ein stórur vøkstur í innflutninginum av rávørum til fiskavirking. Har er vøksturin 132 milliónir krónur – ella 48,5 prosent. Vøksturin í innflutninginum til hav- og landbúnað og til aðra framleiðslu er ávikavíst 33,7 og 34,7 prosent.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder