Innanlands

Innflutningurin methøgur

Fyrstu átta mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 8,3 milliardir krónur, og hetta er ein vøkstur á 43 prosent í mun til í fjør, sum eisini var metár

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2022-10-17 15:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ongantíð fyrr er meira innflutt enn í ár. Tað skrivar Hagstovan, nú innflutningurin til og við august er gjørdur upp.

Fyrstu átta mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 8,3 milliardir krónur, og hetta er ein vøkstur á 43 prosent í mun til í fjør, sum eisini var metár.  Tá varð innflutt fyri 5,8 milliardir. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 27 prosent.

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast innflutta nøgdin er minkað umleið 7 prosent, hava vit brúkt 90 prosent meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør.

Um sæð verður burtur frá brennievni og skipum, er størsti vøksturin í bólkinum rávøra til fiskavirking (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 165 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 50 prosent, skrivar Hagstovan.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnað (fyri tað mesta alifóður). Her er vøksturin 30 prosent.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder