Innanlands

Ikki koyrandi til fleiri bygdir

Landsverk boðar frá sera vánaligum koyrilíkindum í hæddunum

Gjáarskarð (Vevmynd: Landsverk)

Gjáarskarð (Vevmynd: Landsverk)

2022-12-26 12:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir at rættiliga fitt av kava er komið niður fyrrapartin, er ikki koyrandi til fleiri bygdir.

Landsverk boðar frá, at tað ikki er koyrandi til Syðradals á Streymoynni, til Oyndafjarðar, eftir Gjáarvegnum og Oyggjarvegnum.

Harumframt er tað ikki ráðiligt at koyra á Vestmannavegnum og í Sundalagnum í løguni verður sagt.

- Tað eru stak vánalig koyrilíkindir Millium Fjarða og báðumegin Norðskálatunnulin. 

- Tað er hált og krapi í støðum um alt landið, og nú nógvur vindur er, eru koyrilíkindini vánalig nógvastaðir.

Tað er eisini nógvur vindur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder