Innanlands

Ikki greið tekin um systemiskar váðar í føroyska bankageiranum

Føroya Váðaráð hevur hildið 32. fundin og metir, at tað í løtuni ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnaði føroyska bankageiranum. Tó hevur stórt virksemi verið í búskapinum í nógv ár á ráð, við lágum arbeiðsloysi og hækkandi sethúsaprísum, og hetta kann vera tekin um, at systemiskir váðar kunnu vera í umbúnað. Føroya Váðaráð fylgir tí væl við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-11-27 16:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 8,0% í september 2025 og stavar serliga frá útlánum til vinnuna og síðani til kommunur og húsarhald. Sambært útlánskanningini hava rentulækkingar og lønarhækkingar betrað um fíggjarstøðuna hjá bæði vinnu- og privatkundum, og bankarnir siga frá, at eftirspurningurin eftir fígging er øktur. Bankarnir vænta ikki fleiri rentulækkingar í ár og meta tí, at fíggjarstøðan hjá kundunum ikki fer at betra seg enn meira í fjórða ársfjórðingi 2025.

Virksemið er framvegis stórt í føroyska búskapinum. Arbeiðsloysið var 0,8% í september 2025, og lønargjaldingarnar eru øktar við 6,7% í tíðarskeiðinum september 2024 til oktober 2025. Útflutningsvirðið í august 2025, uppgjørt fyri tíðarskeiðið september 2024 til august 2025, var 1 mia. kr. størri enn sama tíðarskeið árið fyri. Hóast laksaprísurin er lækkaður í 2025, er útflutningsvirðið av laksi ikki minkað nógv, tí nøgdirnar av útfluttum laksi eru øktar. Útflutningsvirðið av øðrum fiskasløgum er samstundis hækkað orsakað av øktum prísum.

Innflutningurin er eisini øktur í sama tíðarskeiði, men í minni mun enn útflutningurin; millum annað er innflutningsvirðið av brennievni lækkað orsakað av lægri oljuprísum. Tað er tí framvegis avlop á handilsjavnanum.

Av tí at tað væntast lægri kvotur av ymsum fiskasløgum komandi árið, verður úrslitið á fíggjarlógini fyri 2026 væntandi verri, enn upprunaliga mett í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026. Hetta kemur bæði av lægri inntøkum frá tilfeingisgjøldum og lægri skattainntøkum frá lønum hjá manningum.

Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2026 vísti frammanundan eitt hall á 173 mió. kr. Tað gagnar ikki føroyska búskapinum, at almennu fíggjarviðurskiftini ikki eru styrkt í góðum tíðum, tí tað ger búskapin meira viðkvæman fyri stoytum, ið kunnu koma uttanífrá, eitt nú í sambandi við geopolitisku óvissuna.

Føroysku húsarhaldini hava fingið lønarhækkingar og skattalættar, og hetta stuðlar saman við lægri rentum og inflatión, undir privatu nýtsluna. Tølini fyri kortnýtslu vísa, at nýtslan higartil í 2025 er størri, enn hon hevur verið undanfarnu árini. Bústaðarprísirnir vaksa framvegis, og tað bendir bæði á, at útboðið av bústøðum ikki megnar at fylgja við eftirspurninginum, og at lægri renturnar møguliga hava gjørt tað gjørligt hjá fleiri húsarhaldum at bjóða upp á eini sethús.

Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 8,0% í september 2025, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal. Útlánsvøksturin stavar serliga frá útlánum til privatu vinnuna og síðani til kommunur og húsarhald. Útlánsvøksturin hjá donsku realkredittstovnunum var 2,0%, og samlaði útlánsvøksturin hjá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum var 7,6% í september 2025.

Útlánsvøksturin til privatu vinnuna var 12,6% í september 2025, og hann er sostatt øktur nógv síðani tíðarskeiðið frá á vári 2024 til várið 2025, tá ið hann var negativur. Tað kann vera tilvildarligt nær vøksturin í útlánum til vinnuna minkar ella veksur. Í seinastuni eru skip og fyritøkur handlaði, og harumframt eru stórar verkætlanir settar í verk. Útlánsvøksturin til vinnuna stavar frá øktum útlánum til tilfeingisvinnuna (fiskivinnuna) og tænastuvinnuna (m.a. innan flutning). Útlánsvøksturin til almennu feløgini var hinvegin negativur í september 2025.

Útlánsvøksturin til kommunurnar var 7,4%, og hann var 6,2% til húsarhaldini í september 2025.

Innlánini í føroysku bankunum vaksa framvegis; innlánsvøksturin var 13% í juli 2025 frá føroyskum kundum. Frá húsarhaldunum var innlánsvøksturin 7,8%, og frá privatu vinnuni var hann 16,2% í september 2025, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal. Samlaða innlánsyvirskotið í føroysku bankunum, íroknað deildina hjá Føroya Banka í Grønlandi, er økt við 1,8 mia. kr. frá september 2024 til september 2025 og var 3,2 mia. kr. í september 2025.

Føroya Váðaráð leggur merki til, at vøksturin í innlánsyvirskotinum er stórur, men heldur eyga fylgir við, um vøksturin vísir seg at vera varandi ella fyribils.

Bankarnir uppliva sambært útlánskanningini hjá Landsbankanum, at rentulækkingar og lønarhækkingar hava betrað um fíggjarstøðuna hjá bæði vinnu- og privatkundum, og at eftirspurningurin eftir fígging er øktur. Bankarnir vænta ikki fleiri rentulækkingar í 2025 og meta tí, at fíggjarstøðan hjá kundunum ikki fer at betra seg enn meira í fjórða ársfjórðingi 2025.

Føroya Váðaráð metir, at tað í løtuni ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. Tó hevur stórt virksemið verið í búskapinum í nógv ár á ráð, við lágum arbeiðsloysi og hækkandi sethúsaprísum, og hetta kann vera tekin um, at systemiskir váðar kunnu vera í umbúnað. Føroya Váðaráð fylgir tí væl við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.

Váðaráðið hevur m.a. fingið kunning um skuld hjá føroyskum fyritøkum býtt á vinnugreinar, og í hvønn mun føroysku bankarnir eru knýttir at hesi skuld. Váðaráðið fekk eisini kunning um stresstestir av føroysku peningastovnunum, og um støðuna við arbeiðnum at gera nýggja lóg um nettrygd. Uppskotið er sent til hoyringar, og hoyringsfreistin er 1. desember 2025.

Føroya Váðaráð hevur harumframt fingið kunning frá danska váðaráðnum (Det Systemiske Risikoråd) um ymsu kapitalkrøvini, sum bankarnir skulu lúka, og um dagførda háttin at nýta kontrasykliska kapitalbuffaran.

Landsbanki Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder