Innanlands

Í mesta lagi 10 konfirmantar til eina gudstænastu

– Um hesin árgangurin av konfirmantum skal verða konfirmeraðar í ár, mega vit taka serlig atlit, so konfirmatiónin ikki verður ein kelda til størri spjaðing av smittuni

Havnar kirkja (Savnsmynd)

Havnar kirkja (Savnsmynd)

2020-08-12 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vár vórðu allar konfirmatiónirnar avlýstar orsakað av koronafarsóttini. Nú onnur bylgjan er komin, er alneyðugt at vísa størsta varsemi, skriva teir báðir, Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðriksson, biskupur í fráboðan á heimasíðuna hjá fólkakirkjuni.

– Tað er harmiligt hjá teimum ungu, um tey ikki verða konfirmerað, nakað, ið tey saman við teirra kæru við gleði hava sæð fram til. Um hesin árgangurin av konfirmantum skal verða konfirmeraðar í ár, mega vit taka serlig atlit, so konfirmatiónin ikki verður ein kelda til størri spjaðing av smittuni.

Leiðslan í fólkakirkjuni hevur verið í regluligum samskifti við politisku umsitingina, koronaráðgevingina og læknafrøðiligar myndugleikar. 

Víst verður á, at leiðslan í fólkakirkjuni einans hevur heimild at koma við einum tilmæli til tann partin av konfirmatiónini, sum beinleiðis fer fram í kirkjuni. Veitslan ella samveran eftir konfirmatiónina er ábyrgdin hjá foreldrunum og teimum avvarðandi. Tó vísir leiðslan í fólkakirkjuni á almennu tilmælini, sum staðiliga mæli fólki frá at halda størri veitslur.

Í sambandi við konfirmatiónirnar, eru hesi tilmæli galdandi:

  • Konfirmatiónirnar verða teir dagarnar, ið eru lýstir og ásettir.
  • Tey stóru holdini verða býtt sundur, so í mesta lagi 10 konfirmantar verða konfirmeraðir undir somu gudstænastu.
  • Á størri plássum við stórum kirkjum verða holdini konfirmerað í somu kirkju t.d. kl. 10, 12 og 14.
  • Kirkjan verður gjørd rein og sprittað eftir hvørja konfirmatión.
  • Konfirmatiónin er ikki almenn. Talið, ið konfirmanturin hevur við sær í kirkjuna verður avmarkað, t.d. foreldur, systkin, ommur og abbar.
  • Konfirmantarnir hava ikki fysiska kontakt hvør við annan ella onnur.
  • Almennu tilmælini um frástøðu, reinføri og avmarkað fólkatal eru galdandi.
  • Sóknarpresturin tekur ikki í hondina á konfirmantinum. Presturin signar konfirmantin við krossins merki í staðin fyri handaálegging.
  • Sóknarpresturin hevur ábyrgdina av konfirmatiónini og løtuni í kirkjuni.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder