Uttanlands

Í Kolumbia skulu allir íbúgvar í sóttarhald í 19 dagar

Hetta er ógvusligasta tiltakið, sum landið hevur sett í verk orsakað av koronasmittuni

Ivan Duque, forseti í Kolumbia (Mynd: EPA)

Ivan Duque, forseti í Kolumbia (Mynd: EPA)

2020-03-21 14:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Kolumbia skulu allir landsins íbúgvar í sóttarhald frá týsdegnum og fram til 13. apríl.

Hesum boðaði landsins forseti, Ivan Duque, frá í gjár.

Sambært Ritzau, er hetta ógvusligasta tiltakið, sum Kolumbia hevur sett í verk orsakað av koronasmittuni.

Í høvuðsstaðnum Bogotá hava allir íbúgvar longu verið í sóttarhaldi síðan fríggjamorgunin.

Kolumbia hevur higartil 158 skrásettar tilburðir av COVID-19.

Tað suðuramerikanska landið, sum er harðast rakt av smittuni er Brasil. Har eru fleiri enn 900 staðfestir tilburðir, og 11 fólk hava latið lív.

Í Suðuramerika er summarið um at vera av, og har stúra tey fyri, at støðan kann gerast verri, tá tað verður kaldari í veðrinum.

Sambært serfrøðingum, er tað ógreitt, hvørt skiftandi árstíðir ávirka spjaðingina av koronavirusinum. Men hetta var júst tað sum hendi í Brasil, tá svínakrímið H1N1 herjaði í 2009.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder