Mentan

Hvussu fekk Tórshavn sítt navn? 

Nú ber til at skanna kotu í miðbýnum og hoyra hvussu Tórshavn fekk sítt navn

2023-07-29 15:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vælkomin til Havnar, høvuðsstað okkara. Tú heldur kanska at navnið, Tórshavn, er til heiðurs fyri norrøna gudinum, Tór, sum reið á himninum í einum vogni drivin av geitabukkum við máttmikla hamaranum, Mjølnir. Men hetta er ikki so einfalt...

Soleiðis byrjar fyrsta søgnin, sum ÍVF Rami hevur latið Tórshavnar kommunu, og sum nú riggar sum ljóðfíla. Talan er um verkætlan við Tórshavnar kommunu, Runavíkar kommunu og Eysturkommunu, har QR-kotur hava verið settar upp í ymsum bygdum og býum í kommununum. Til ber at skanna kotuna og at lurta eftir søgnini á føroyskum og enskum.

Síðani skeltini komu upp í síðstu viku, hevur verið arbeitt við at fáa ljóðfílurnar at rigga, og heilt skjótt verður ljóðfíla tøk á øllum kotunum. Men eftirsum at tað er ólavsøka, hevur Rami arbeitt í fullari ferð at fáa fyrstu søgnina kunngjørda. Og tað er søgnin um norska víkingin Tór, sum rýmdi úr Strond í Noregi til Føroya.

- Vit eru øgiliga spent uppá, hvussu fólk taka ímóti sagnunum og tænastuni, sigur Jónas Stórá, sum hevur stovnað fyritøkuna saman við Regini Winther Poulsen. 

Fyrsta skeltið við ljóðfílu er undir gamla kommunuskúlanum, undir liðini á kunningarskeltinum hjá Tórshavnar kommunu, tá vent verður oman frá Havnará og gingið oman ímóti Hotel Tórshavn. Tá kodan á skeltinum verður skannað við snildfon, verður brúkarin beindur inn á eina netsíðu, har hann kann velja at hoyra søgnina á enskum ella føroyskum.
- Vit eru øgiliga glaðir fyri samstarvið við kommunurnar, og hetta hevði als ikki borið til uttan áhuga frá politikarunum og starvsfólkunum har, sigur Jónas Stórá.

Tað er Helena Jørgensen, sum hevur lisið fyrstu søgnina og Barbara Lervig, sum hevur klipt ljóðið. Helena Jørgensen og Ári Berghamar Danielsen hava lisið allar sagnirnar, sum eru níggju í tali fyrsta árið. Lagt verður síðani afturat á hvørjum ári.

- Vit vóna sjálvandi, at fleiri kommunur eisini leggjast afturat, soleiðis at til ber at lurta eftir sagnum tætt við har tær hendu um allar Føroyar, leggur Jónas Stórá afturat. 

Sendistovan hevur staðið fyri heimasíðuni og skeltunum. 

[object Object]
Við at skanna hesa kotuna við telefonini, ber til at hoyra søgnina upplisna á enskum ella føroyskum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder