Innanlands

Viviann nýggjur leiðari fyri barna- og familjuarbeiðið hjá Heimamissiónini

Vivian Ole-Jacobsen úr Sørvági skal hava yvirskipaða ábyrgd av barna-, junior- og familjuarbeiðinum

Seinastu 12 árini hevur Vivian Ole-Jacobsen starvast á roknskapardeildini og fyrisitingini hjá Atlantic Airways. Hon hevu verið nógv virkin innan missiónsarbeiði í heimbygdini (Mynd: trubodin.fo)

Seinastu 12 árini hevur Vivian Ole-Jacobsen starvast á roknskapardeildini og fyrisitingini hjá Atlantic Airways. Hon hevu verið nógv virkin innan missiónsarbeiði í heimbygdini (Mynd: trubodin.fo)

2026-02-13 14:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggjur leiðari er settur fyri barna- og familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Talan er um Vivian Ole-Jacobsen úr Sørvági, ið hevur drúgvar royndir innan kristiliga barnaarbeiðið.

Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari.

Vivian Ole-Jacobsen skal hava yvirskipaða ábyrgd av barna-, junior- og familjuarbeiðinum hjá Heimamissiónini og kemur at arbeiða við at samskipa og menna hetta. Nýggi samskiparin hevur nógvar royndir úr heimbygdini.

- Vivian hevur verið virkin innan barnaarbeiðið í Libanon í Sørvági í nógv ár. Síðan hon var heilt ung hevur hon havt sunnudagsskúla, hjálpt til við barnakórinum í Sørvági, og verið við til at skipað fyri summarlegunum í Vágunum. Harafturat hevur hon verið ein av kórleiðarunum til Sangfagnaðin hjá Heimamissiónini mestsum hvørt ár síðan tiltakið byrjaði í 2016. Í dag stendur hon eisini fyri junior- og ungdómsarbeiðinum í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági.

Vivian Ole-Jacobsen kemur frá ídnari missiónsfamilju í Sørvági. Foreldrini eru Sigrun og Leo Hans Mikkelsen. Sigrun hevur sitið í landsnevndini fyri sunnudagsskúlaarbeiðið í nógv ár og byrjaði fyrr í ár í starvi sum barna- og familjuráðgevi ein dag um vikuna. Leo Hans sat í høvuðsstýrinum hjá Heimamissiónini í fleiri ár. Vivian og systirin, Karin, hava eisini í nógv ár verið kórleiðarar saman til árliga sangfagnaðin fyri børn hjá Heimamissiónini.

Seinastu 12 árini hevur Vivian Ole-Jacobsen starvast á roknskapardeildini og fyrisitingini hjá Atlantic Airways. Hon hevur kandidat útbúgving innan búskap og hevur eisini royndir innan leiðslu, fíggjarstýring og organisatión, upplýsir trubodin.fo.

Vivian byrjar í starvinum 1. mai 2026. Hon kemur at avloysa Jóhan Hansen, ið hevur verið barna- og familjuráðgevi seinastu 5 árini, men sum nú hevur valt at fara undir víðari lesnað.

Simba (arbeiðið fyri børn), Eindin (arbeiðið fyri familjur) og Spírar (talgildur sunnudagsskúli) eru partur av virkseminum fyri børn, juniorar og familjur hjá Kirkjuliga Heimamissiónini, sum er ein sjálvstøðug rørsla í evangelisk-luthersku Fólkakirkjuni. Umleið 33 sunnudagsskúlar og 12 juniorbólkar kring landið hava tilknýti til Simba. Meira enn 1.000 børn eru á legum hvørt ár, eins og mong hundraðtals børn og vaksin luttaka á fjøltáttaðu tiltøkunum hjá Eindini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder