Mentan

Soleiðis kanst tú atkvøða fyri Sissal

Klokkan 19 í kvøld verður danska Melodi Grand Prix og á pallinum, sum tann fjórða í røðini, verður Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-14 16:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arena Nord í Frederikshavn er í kvøld karmur um danska melodi grandprix. Stóri favoritturin er vinnarin frá í fjør, Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen.

Les eisini: Sissal: Kenni ikki á mær at eg fari at vinna aftur

Til ber hjá føroyingum at atkvøða. Tað kann gerast við DR Grand Prix-appini ella við at senda sms-boð.

Um tú sendir sms-boð, skalt tú minnast til at hava tøkan pening á tínari telefonnummari á "Mítt FT" ella á "Mítt Nema"

Føroya Tele

Um tú ynskir at atkvøða, mást tú tryggja tær, at tú hevur tøkan pening á kontuni. Talan er um yvirtakserað nummar og kapping, sum títt hald ikki fevnir um.

Rita inn á Mítt FT ella kanna saldu við at smsa SAL til 1990. Fyll pening á her.

Nema

Ynskir tú at atkvøða umvegis SMS boð, mást tú minnast til at fylla pening á tína saldo inni á “Mítt Nema”. Trýst á her, og sí hvussu tú gert

App

DR Grand Prix-appin kann takast niður á leinkjunum niðanfyri.

- Til iPhone ella iPad
- Til Android telefon ella teldlar

Tað er umráðandi, at tú hevur nýggjastu útgávuna, av appini, um tú ynskir at atkvøða fyri luttakarunum í ár. Um tú longu hevur appina á, skalt tú dagføra hana til nýggjastu útgávuna.

--

DR sendir danska Melodi Grand Prix klokkan 19. Kringvarpið samsendir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder