Júst sum hetta kemur út, er bert eitt samdøgur til Dansk Melodi Grand Prix 2026.
Annað árið á rað er Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen ein av luttakarunum. Songkvinnan úr Havn skal royna at gerast tann fyrsta síðani Søren og Kirsten í 1985, og onnur í røðini yvirhøvur, sum vinnur kappingina tvey ár á rað.
Les eisini: Sissal enn stórfavorittur at vinna Melodi Grand Prix
Sissal stendur sum favorittur á pappírinum - hóast hon sjálv ikki hevur tær bestu vónirnar.
Sí eisini: Sissal: Kenni ikki á mær at eg fari at vinna aftur
Hoyr sangin ovast ella á Youtube
Kringvarpið og DR senda Melodi Grand Prix í morgin, leygarkvøldið, 14. februar klokkan 19 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald