Innanlands

Hví er tað so heitt í Føroyum

Bogi Hansen fer á Vísindavøkuni fríggjadagin at hava framløgu undir hesum heitinum

2020-11-03 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vísindavøka 2020 verður í Kongshøll nú fríggjadagin, 6. november, frá klokkan 8 til klokkan 16.

Frá Havstovuni fer Bogi Hansen at hava ein fyrilestur kl. 11.40 við heitinum “Hví er tað so heitt í Føroyum”. Hesum boðar Havstovan frá.

Øll skráin fyri Vísindavøkuna sæst her.

Orsakað av koronustøðuni er tiltakið avmarkað í ár, og neyðugt er við tilmelding. Til ber at melda seg til eina ella fleiri av framløgunum á visindavoka.fo. Plássið í Kongshøll er avmarkað til 100 til hvørja framløgu, men stroymt verður eisini beinleiðis frá framløgunum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder