Innanlands

Hvalbiar kommuna bjóðaði kakao og karamellur í kuldanum

Serliga mánadagin vóru nógv úti og hugnaði sær og skreiddu í vakra vetrarveðrinum

Børn og lærarar vóru leingi og skreiddu, og um kvøldið fóru nógv av bygdafólkunum út (Mynd: hvalba.fo)

Børn og lærarar vóru leingi og skreiddu, og um kvøldið fóru nógv av bygdafólkunum út (Mynd: hvalba.fo)

2023-01-18 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er nógvur kavi kring landið, og hetta gevur trupulleikar av ymsum slagi - millum annað víðvíkjandi ferðslu.

Les eisini: 
Ber framvegis ikki til at koyra buss í Klaksvík
Fleiri bilførarar hava havt tað trupult

Kavaveðrið kann tó eisini hava hugna við sær, og í allar fagrasta vetrarveðri hava tey skreiða og fingið kakao og karamellur í Hvalba og Sandvík.

Hvalbiar kommuna skrivaði mánakvøldið, at børn og lærarar í Hvalbiar skúla høvdu verið úti og skreitt leingi og notið vetrarveðrið.

Síðani hevði kommunan bjóða kakao og karamellur bæði í Sandvík og Hvalba, tá nógv fólk vóru úti og skreiddu og hugnaðu sær um kvøldið, Mett var, at talan var umleið 130 fólk tilsamans.

[object Object]
Mynd: hvalba.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder