Innanlands

Hóttir við misáliti: Krevja at Jenis verður koyrdur frá

Tjóðveldi krevur at løgmaður, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin loysa Jenis av Rana úr landsstýrisessinum

Jenis av Rana (Savnsmynd: EPA)

Jenis av Rana (Savnsmynd: EPA)

2022-10-26 11:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, spurdi í gjár løgmann í fyrispurningini, um útsøgnin hjá Jenisi av Rana, formanni í Miðflokkinum og uttanríkisráðharra, um Søren Pape Poulsen fór at fáa nakrar avleiðingar.

Í dag eru Høgni Hoydal og Tjóðveldi úti við kravboðum um, at Jenis av Rana skal koyrast frá. Um ikki, so verður misálit reist á løgtingi.

- Jenis av Rana hevur enn einaferð lýst sína mannvondu hugsan mótvegis samkyndum. Hann niðurger menniskjavirði og javnrættindi hjá sínum næsta. Hann noktar samkyndum at taka lut á jøvnum føti í fólkaræðinum og at røkja politisk størv.

[object Object]Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi (Mynd: Sverri Egholm)

- Hetta stríðir ímóti øllum teimum virðum, hugsjónum og málum, sum Tjóðveldi byggir á. Og vit góðtaka hetta ikki á nakran hátt og taka alla hugsandi frástøðu frá tí.

- Tað eru Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, sum eru grundarlagið undir hansara sessi, sum hann dyggiliga misnýtir støðugt, niðurger fólk í Føroyum og aðrastaðni - og skaðar Føroyar úti i heimi.

Kemur ikki upp á tal
Jenis av Rana varð í Andglettinum í Kringvarpinum fyrrapartin í gjár spurdur um Miðflokkurin fór at peika á Søren Pape Poulsen sum forsætisráðharra, um tað gjørdist aktuelt.

- Tað kemur ikki upp á tal, svaraði Jenis av Rana greiður.

- At liva sum homoseksuellur er í stríð móti tí grundlóg, sum eg havi, sum Miðflokkurin hevur, og sum eg haldi eisini Føroyar hava, segði Jenis av Rana.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder