Innanlands

Hotellgistingarnar í ár bert helvtin av tølunum í fjør

Gistingarhúsvinnan hevur havt eitt ógvuliga avbjóðandi ár, vísa hagtølini hjá Hagstovuni

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-11-03 10:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár var talið av gistingarnáttum á gistingarhúsunum slakar 72.000, samanborið við góðar 138.000 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein minking við sløkum 67.000 ella 48 prosent. Tað skrivar Hagstovan á netinum.

Minkingin var ógvislig frá mars til juni, men tað hevur verið frægari síðani juli, og er á áleið sama støði sum fyri 5-6 árum síðani.

Eftir bústaðarlandi var minsta minkingin hjá fólki, búsitandi í Føroyum, við 11 prosentum. Síðani vóru gistingarnar hjá fólki, búsitandi í Danmark, 22 prosentum færri enn sama tíðarskeið í fjør. Størsta minkingin var hjá fólka, búsitandi í øðrum londum.

Hagstovan ger bert upp gistingarnar á gistingarhúsum, tí skrásetingarnar í øðrum gistiháttum, so sum ból og biti, hús, íbúð og kamping, ikki eru nóg fullfíggjaðar og tí kunnu geva eina skeiklaða mynd av heildargongdini. Gistingarhagtølini umfevna als ikki ‘airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.

Verður hugt eftir býtinum millum og útlendingar, so fækka gistingarnar hjá útlendingum úr sløkum 117.000 til stívliga 51.000 – ein minking á 55 prosent. Hjá føroyingum fækka gistingarnar úr sløkum 23.000 til góðar 20.000.

Fólk, sum eru búsitandi í Danmark, eiga nógv størsta partin av gistingunum hesar níggju mánaðirnar í ár, heili 46 prosent. Í fjør var teirra partur 31 prosent.

[object Object]

Síðani vóru næstflestu gistingarnar hjá føroyingum sjálvum við 28 prosentum, meðan teirra partur í fjør var 16 prosent. Hinvegin er parturin hjá teimum, ið koma úr øðrum londum nú bert 26 prosent, meðan hann var 53 prosent sama tíðarskeið í fjør.

Meðan gistingarnar sum heild eru fækkaðar við 48 prosentum, er minkingin væl minni hjá fólki úr Føroyum við 11 og úr Danmark við 22 prosentum. Verða øll onnur lond tikin saman, var minkingin 75 prosent.

Serliga stór var minkingin hjá fólki úr Noregi við 79 prosentum, Bretlandi við 78, Svøríki við 84 og Norðuramerika við 85 prosentum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder