Innanlands

Høllin í Kaldbak skal eftir ætlan vera liðug á sumri 2024

Fyrsti hakin til 500 fermetra stóru høllina vestanfyri skúlan í Kaldbak varð settur í fyrr í dag

Tað er byggifelagið ÁTS Spf við Kartin Vang, sum skal gera stóra arbeiðið á Kaldbak (Mynd: torshavn.fo)

Tað er byggifelagið ÁTS Spf við Kartin Vang, sum skal gera stóra arbeiðið á Kaldbak (Mynd: torshavn.fo)

2023-01-17 18:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag varð hakin settur í fyri nýggju høllini vestanfyri skúlan í Kaldbak. Talan er um eina 500 fermetra stóra høll, sum bæði verður brúkt til ítrótt og sum felagshús til onnur tiltøk.

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at fitt av fólki var samankomið í Kaldbak, hóast nógva kavan, tá borgarstjórin Heðin Mortensen loysti fyrsta flagið. Umboð fyri kommunalu kaldbaksnevndina vóru eisini hjástødd.

- Kaldbaksfólk hava verið sera spent uppá høllina, sum verður eitt savningarstað í bygdini, sum bæði skal brúkast til ítrótt og onnur tiltøk, eitt nú skal skúlin brúka høllina og hartil verður høllin brúkt sum eitt slag av bygdarhúsi.

Tað er byggifelagið ÁTS Spf við Kartin Vang, sum skal gera arbeiðið. Eftir ætlan skal hetta arbeiðið verða liðugt á sumri í 2024.

[object Object]
Annfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, saman við umboðunum fyri kaldbaksnevndina, Johan Mortensen, Ingi á Smið og Teitur í Sjúrðargarði (Mynd: torshavn.fo)

[object Object]
Fitt av fólki var samankomið í Kaldbak, hóast nógva kavan (Mynd: torshavn.fo)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder