– Eg eri blivin nógv meira tilvitaður um, at mann skal doyggja einaferð. Eg havi jú ligið deyður. Eg eri ikki bangin fyri sjálvum deyðanum, men tankin um at doyggja frá børnunum kann vera ræðandi.
Soleiðis sigur Páll Hammer úr Saltangará, sum á heysti í 2019 fekk ein stóran blóðtøpp í hjartað.
Í grein á heimasíðuni hjá Hjartafelagnum, sum varpar ljós á altjóða hjartadagin í dag, greiðir Páll frá, hvussu heppin hann er at vera á lívi í dag.
Hvørki Páll ella tey, sum kendu hann, høvdu nakran illgruna um, at júst hann fór at fáa blóðtøpp. Hann var 47 ára gamal. Klænur. Blóðtrýst og kolesterol vóru í lagi. Hann hevur ongantíð roykt, og hann rørdi seg og át sunt. Tí var tað ein ordans hvøkkur, at Páll brádliga small um hendan oktober-dagin.
– Eg kendi tað, sum ein fílur stóð á bringuni. Eg vildi bara fáa luft. Onkur hevði koyrt eitt handklæði yvir bringuna, men eg vildi hava tað burtur, tí tað kendist sum eitt tons, greiðir Páll frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald