Innanlands

Heystmarknaður á Tvøroyri

Til ber at keypa føroyska rávøru, ymiskt handaligt, ókeypis smakkroyndir eru at fáa, seyður verður flettur, fiskur verður flaktur, livandi fiskur og krabbar eru at síggja og mangt annað á heystmarknaðinum í morgin leygardagin

(Mynd: Heystmarknaður á Tvøroyri 2021)

(Mynd: Heystmarknaður á Tvøroyri 2021)

2022-10-07 22:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgin, leygardagin 8. oktober frá klokkan 12-18 verður árligi heystmarknaðurin á Tvøroyri. Heystmarknaðurin hevur verið sera væl vitjaður, tey árini vit hava havt hann.

Til ber at keypa føroyska rávøru, ymiskt handaligt, ókeypis smakkroyndir eru at fáa, seyður verður flettur, fiskur verður flaktur, livandi fiskur og krabbar eru at síggja og mangt annað. Gongutúrur í hugnaliga Valinum, verður eisini kl. 14.

Tað serliga í ár, er at alt virksemið er flutt oman á havnarlagið, í søguligu, gomlu bygningarnar hjá T.F. Thomsen.

Handlar í býnum, matstovur og dansistøð spíla seg eisini út í vikuskiftinum og vónin er at heystmarknaðurin setur sín stóra dám á vikuskiftið, við einum hópi av vitjandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder