Uttanlands

Heita á tónleikarar um at boykotta G! festivalin

Fat Boy Slim, Lewis Capaldi, Princess Nokia hvat træmin gera tit? Skrivar felagskapurin Blue Planet Society, sum vil hava fólk at boykotta G! orsakað av grindadrápinum

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-05-05 09:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umhvørvisfelagskapurin Blue Planet Society heitir á tónleikarar um at boykotta G! festivalin í ár.

Fyrr í ár varð G! festivalurin viðmældur á top 10 lista hjá blaðnum Condé Nast Traveler, og Blue Planet Society skrivaði í vikuni soleiðis á Facebook.

- Tað sum Conde Nast Traveler ikki hevur sagt tykkum er at G! festivalurin í Føroyum verður hildin akkurát sama stað sum grindahvalar verða brutalt myrðir.

- Fat Boy Slim, Lewis Capaldi, Princess Nokia hvat træmin gera tit? Hví eru tit høvuðsnøvn á hesum tiltakinum og góðtaka hesa barbarisku djórapínsluna.

Fleiri av høvuðsnøvnunum á ársins G! festivali hava eisini fingið boð frá felagskapinum og stuðulsfólk teirra á Twitter.

placeholder
placeholder