Innanlands

Heita á bileigarar um at flyta bilar

Klaksvíkar kommuna stríðist framvegis við at fáa kavagrevsturin at ganga upp, og tað er trupult at koyra ymsastaðni í býnum. Fyri løtu síðani skrivaði klaksvik.fo, at heitt nú verður á um at flyta bilar til øki, sum eru grivin

- Flestu vegir eru nú grivnir, men á fleiri vegum er avbjóðingin tann, at nógvir bilar standa parkeraðir fram við vegnum (Mynd: klaksvik.fo)

- Flestu vegir eru nú grivnir, men á fleiri vegum er avbjóðingin tann, at nógvir bilar standa parkeraðir fram við vegnum (Mynd: klaksvik.fo)

2023-01-19 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Flestu vegir eru nú grivnir, men á fleiri vegum er avbjóðingin tann, at nógvir bilar standa parkeraðir fram við vegnum. Tí er trupult at koma framat, soleiðis at kavagrevsturin verður nøktandi. í hesum sambandi verður nú heitt á bileigarar, um at flyta bilar til øki, sum eru grivin, fyri at maskinurnar kunnu gera arbeiðið liðugt.

Soleiðis skrivaði Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari fyri løtu síðani. Tað er framvegis ógvuliga nógvur kavi í Klaksvík, og nógvastaðni er trupult at koyra, og nógvir bilar standa fastir. Í gjár vórðu lastbilar nýttir til at koyra kava í.

Fyrr í vikuni skrivaðu vit um, at tað eru avbjóðingar við kavanum í Klaksvik, og tað var útfrá at borgarstjórin mánadagin staðfesti, at støðan viðvíkjandi kavagraving er serstøk

- Á leið 50 kilometrar av vegi skulu gravast og saltast, so hvørt sum kavin fellur. Vegadeildin er útgjørd til at kunna loysa uppgávuna, men starvsfólkahópurin megnar ikki meira enn eitt vist. Tað liggja nógvir arbeiðstímar í at koma runt, og ofta verður runnið kapp við tíðina, áðrenn meira kavi fellur, og farast skal afturumaftur.     

[object Object]
Karl Johansen í miðjuni við Tummas Lervig og Jógvan Skorheim við sína lið. Teir síðstnevndu hava saman við Signhild Johannesen heitt á kommununa um at uppraðfesta og endurskoða kavaruddingina (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Karl Johansen skrivaði eisini fyrr í vikuni, at tað er ikki óvanligt, at borgarar kundu hugsað sær, at kavaruddingin varð betur skipað. Hetta er komið til sjóndar á Facebook-bólkinum "Klaksvík - Rís og Rós" seinastu vikuna ella so - eins og undan jólum - og serliga seinastu dagarnar, har nógv vilja verða við at síni øki verða forsømd, og at tað ikki er nóg væl frágingið. Signhild Johannesen, Tummas Lervig og Jógvan Skorheim úr minnilutanum í býráðnum hava í almennari skrivligari áheitan, eisini gjørt greitt at kavaruddingin í kommununi skal uppraðfestast og eftirmetast.

- Í løtuni er kavaruddingin skipað eftir einum leisti, har tilbúgving, høvuðsvegir, bussleiðin og parkeringsøki hava fremstu raðfesting. Næstir eru vegir, sum liggja parallelt upp at høvuðsvegnum, og teir vegir, har mestur kavi fellur. Síðani koma síðuvegir, smalir vegir, brattar brekkur og gonguteigar, skrivar Karl Johansen

Nú heitir Klaksvíkar kommuna so á allar bileigarar, har tað ber til, at flyta bilar, sum standa á vegastrekkjum, ið enn ikki eru grivin. Hetta er neyðugt fyri at gera atkomuna hjá maskinunum hjá kommununi lættari verður sagt.

Tað er framvegis ólag á kommunalu busskoyringini í Klaksvík orsaka av nógva kavanum, sum er komin niður seinastu dagarnar. Býarrutan sjálv er fjórða dagin á rað ikki í gongd, men í dag verður koyrt millum Klaksvík og bygdirnar Norðoyri, Ánirnar og Árnafjørð.

Les eisini: Býbussarnir í Klaksvik standa framvegis stillir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder