Innanlands

Heimafriður: Løgmaður gloymdi ljóðdálkingina

– Ikki við einum orði nevndi løgmaður ljóðdálking ella um at verja tey, hvørs lív hvønn einasta dag verður forpestað av larmi, sigur felagið Heimafriður

Oyrareingir (Mynd: Heimafriður)

Oyrareingir (Mynd: Heimafriður)

2022-08-08 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Felagið Heimafriður finst at løgmanni, Bárður á Steig Nielsen fyri ikki at nevna nakað um ljóðdálking í frágreiðing sínari á ólavsøku.

– Sjálvt smáblómuna minnist løgmaður at nevna í røðu sínari, tá hann segði, at eingin smáblóma skal smæðast burtur í Føroyum. Í sama andadrátti sigur løgmaður seg vilja betra um tryggleikan og trivnaðin á fleiri mótum. Men tá tað kemur til tryggleika og trivnað hjá teimum, sum verða plágað av óljóði, hevði løgmaður einki at siga, skrivar forkvinnan í Heimafriði í lesarabrævi.

– Fyri tey, sum hvønn einasta dag líða undir larmi frá skipum, sum liggja og larma og osa við bryggjukantarnar, dag út og dag inn, er eingin lívd tryggjað. Nærum hvønn einasta dag, kvøld og nætur við, verða nógv fólk her á landi plágað og pínd av larmi. Umframt er dálking av royki frá skipunum eisini ein stórur trupulleiki.

Heimafriður sigur seg dagliga fáa klagur frá fólki um ljóðdálking, og vilja tey tí hava at vita frá løgmanni, hvat hann ætlar at gera við hetta.

– So at siga dagliga koma klagur inn til Heimafrið frá fólki, sum eru í dýrastu neyð, tí tey fáa ikki hvíld inni hjá sær sjálvum. Í Heimafriði spyrja vit tí løgmann, hvat hann ætlar at gera fyri at skapa lívd hjá teimum, sum hvønn dag líða undir larmi frá skipum.

– Løgmaður vil tryggja, at garðar okkara eru í seyðahøgum standi, nú hóttanir hómast. Men hóttaninar móti teimum, sum búgva nær nøkrum ávísum havnum í Føroyum halda fram.

– Heimafriður sóknast eftir, hvat løgmaður ætlar at gera fyri at betra um tryggleikan og trivnaðin hjá teimum, sum aftur og aftur grátandi venda sær til Heimafrið, tí tey fáa ikki hvíld heima hjá sær sjálvum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder