Mentan

Heðin Kambsdal í Glyvra kirkju

Í kvøld kl. 20 hevur Heðin Kambsdal listaframsýning í Glyvra kirkju

Málningur hjá Heðin Kambsdal

Málningur hjá Heðin Kambsdal

2019-10-27 11:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld, sunnukvøldið 27. oktober, klokkan 20 verður listaframsýning í Glyvra kirkju.

Tað er Heðin Kambsdal, listamaður, ið sýnir fram.

Heðin leitar sær íblástur til málningar sínar við at hyggja gjøgnum gluggan. Henda sjón hugtekur hann soleiðis, at hann burtur úr henni fær myndevnir og íblástur.

Í sambandi við framsýningina, fer Heðin Kambsdal at greiða frá um myndlist sína. Eisini verður tónlist á skránni.

Heðin Kambsdal var hin fyrsti, sum sýndi fram, eftir at forkirkjan í Glyvra kirkju varð gjørd til listaskála fyri tíggju árum síðani.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder