Uttanlands

Hawaii: Gistingarhús fyrireika seg til bjargingararbeiði

Ferðafólk verða biðin um at halda seg burtur frá gistingarhúsunum á Maui, tí ein stórur partur av teimum skal brúkast til lokalfólk og bjargingarfólk

Býurin Lahaina á oynni Maui (Mynd: AFP)

Býurin Lahaina á oynni Maui (Mynd: AFP)

2023-08-14 15:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ferðafólk verða biðin um at halda seg burtur frá gistingarhúsunum á Maui, sum í løtuni er rakt av deyðiligastu skógareldunum, sum USA hevur sæð síðan 1918.

Orsøkin er, at myndugleikarnir á Hawaii fyrireika seg til at brúka ein stóran part av teimum til at hýsa bjargingarfólki og lokalfólk, sum eru rýmd undan eldinum.

Sambært tíðindastovuni Reuters hevur eldurin á oynni higartil kravt 96 mannalív.

Myndugleikarnir siga, at teir komandi vikurnar fara at savna seg um at bøta um korini hjá íbúgvum, sum hava verið noyddir at rýma undan eldinum, og verður heitt á ferðafólk um at vitja aðrar oyggjar í statinum.

Síðan mikudagin eru 46.000 fólk – bæði ferðafólk og lokalfólk – flutt av oynni, skrivar Ritzau.

Josh Green, guvernørur á Hawaii upplýsti í morgun, at 500 hotelkømur verða gjørd klár til tey lokalu, og at 500 afturat verða gjørd klár til bjargingarfólk. Eisini verður hugt á Airbnb fyri at finna uppihaldsstøð til tey lokalu. Vónin er, sigur guvernørurin, at Airbnb kann hjálpa við bústøðum, sum kunnu leigast í millum tríggjar til níggju mánaðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder